Sámal Sunnudag
Upp til løgtingsvalið í ár gjørdi Javnaðarflokkurin eitt skarvslop. Grøna “drotningin” Ingilín Strøm fór út, og inn kom svarti “sjeikurin” Ben Arabo. Hetta er sjálvandi ein karikaturur, men tað er rættiliga sigandi fyri, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er diametralt broyttur upp á luftalsliga stutta tíð.
Hetta er ikki alt. Upp á stutta tíð er “grøni diskursurin” fánaður nógv til frama fyri ein reaktioneran diskurs, ið sær grøna rákið sum eitt elitert projekt, ið skaðar Palleba og Marsannu. Fólk eru farin at troyttast av grøna tosinum, tí tað tykist mest vera til frama fyri “tey fínu í Havn” – eitt sjálvrealiseringsprojekt fyri tey ovast uppi í tørvspyramiduni hjá Maslow. Hesi hava tørv á at bjarga heiminum, men tey gloyma, at nógvir føroyingar stríðast fyri at bjarga sær og sínum.
Les meira: Reyðgrøna elitan málar seg upp í ein krók
