Lesarabræv
Kynslig brotsverk eru millum tey grovastu brotini, ið vit uppliva í samfelagnum, og eiga slett ikki at góðtakast.
Vit hava sæð nógv mál um neyðtøku ella neyðtøkuroynd seinastu árini, sum eru av serliga grovum slag.
Eisini hava vit sæð fleiri óhugnalig mál um kynslig brotsverk móti børnum. Børnini eru tey veikastu og mest óseku í samfelagnum, og eiga at verjast betur móti slíkum ólekrum og ófyrigeviligum brotsverkum.
Og samstundis síggja vit ein ógvusliga stóran vøkstur í fráboðanum um varðveislu av barnaporno, m.a. tí at mann kann fáa fatur á tí umvegis internetið ella sosialar miðlar. Og í dag gevur hetta sum útgangsstøði í mesta lagið bert 2 ára fongsulsrevsing.
Eg haldi at tíðin er komin at gera nakað við hetta.
Vit skulu sjálvandi verja rættartrygdina hjá øllum borgarum – eisini teir, ið koma undir almennari ákæru. Próvbyrðan má altíð lyftast av ákæruvaldinum, og mann er ósekur til tað øvugta er prógvað.
Men vit mugu sum samfelag gera tað púra greitt, at kynslig brotsverk verða ikki góðtikin, og at slík brotsverk skulu fáa avleiðingar fyri brotsmannin.
Tí fari eg at seta arbeiði ígongd við at endurskoða og herða revsiásetingarnar í revsilógini fyri kynslig brotsverk.
Tað skylda vit ofrunum og børnunum.
Bjarni Kárason Petersen
Landsstýrismaður í lógarmálum”
