Fróðskaparsetur Føroya
Granskaraumhvørvið í Føroyum er lutfalsliga lítið, og hartil er tað sundurpettað til bága fyri bæði einstøku granskararnar og samfelagið sum heild. Vit eiga at nýskipa granskingarøkið fyri at styrkja tað og fáa meira burturúr, heldur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
– In tranquillo mors – in fluctu vita!, sigur rektarin og hyggur gjølla at mær.
Eg trilvi gjøgnum gloymskuna aftur til latínlæraran í forðum, men eri ov sein á sjóvarfallinum.
– Í stillum vatni er deyði – í aldunum lív, upplýsir hann meg.
– Vit mugu flyta okkum fyri at mennast; vit noyðast at arbeiða við nýskipanum fyri ikki at stagnera og vikna, heldur hann fyri.
Martin Tvede Zachariasen hevur á fundi í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan fyrr í ár mælt til, at umfatandi nýskipanir verða gjørdar á granskingar og útbúgvingarøkinum. Eisini samanleggingar. Og nú vil hann grundgeva fyri, hví tað er neyðugt at koma út úr deyðavatninum.
Fyrimunir fyri heildina og einstaka granskaran
Latínska orðafellið, sum rektarin brúkar, stendur á búmerkinum hjá universitetinum í Roskilde í Danmark. Inni í búmerkinum er ein korallur, og korallar trívast og mennast, tá tað aldar, og øvugt, tá einki lív er í sjónum.
Myndamálið skal eyðvitað skiljast soleiðis, at vit eiga at taka stig til broytingar í granskingargeiranum, sjálvt um tað í fyrsta umfari kann tykjast ófjálgt at vagga trygga bátin og pilka við tað kenda.
Í Føroyum eru almennu granskingarstovnarnir smáir og nógvir í tali í mun til fólkatalið. Í frágreiðing hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan stendur, at níggju almennir granskingarstovnar eru aftrat Setrinum, og teir liggja undir fimm ymiskum aðalráðnum.
– Eg eri sannførdur um, at vit samfelagsliga, granskingarliga og útbúgvingarliga kunnu fáa nógv meira burturúr við at hyggja kritiskt eftir sundurálaða granskingarøkinum, sum er lítið frammanundan. Og fyri einstaka granskaran, sum í verandi bygnaði stendur rættiliga einsamallur við øllum, hevði ein styrktur og nógv meira samansjóðaður bygnaður eisini verið til stóran bata og íblástur, sigur Martin Tvede Zachariasen.
Umframt granskingina sjálva og politisku ráðgevingina, sum granskarar á fakstovnunum uttan fyri Setrið hava um hendur, so skulu teir eisini søkja um fígging til sína gransking og røkja samstørv innan og uttanlands. Og vitanina, sum teir skapa, skulu teir eisini miðla í vísindaligum greinum í tíðarritum.
– Tað er ikki undarligt, um granskarar á lítlu stovnunum ikki fáa tíðina at røkka. Við at miðsavna partar av fyrisitingini, kunnu vit lætta um tungu byrðuna hjá teimum at søkja um fígging frá altjóða granskingargrunnum, og við at fáa granskararnar nærri okkum, kunnu teir t.d. eisini fáa hjálp frá ph.d.lesandi til at skriva vísindaligar greinar um granskingina, so hon kemur so víða út sum gjørligt.
– Og eg veit fyri vist, at fleiri granskarar eisini sakna eitt størri fakligt og tvørfakligt umhvørvi, umframt at teir við at gerast meira integreraður partur av Setrinum kunnu fáa atgongd til akademiska stigan og harvið ikki standa á starvsligum blindvegi, sigur Martin Tvede Zachariasen, sum haraftrat heldur, at stóra vitanin hjá granskarunum uttan fyri Setrið ikki í nóg stóran mun kemur yngra ættarliðinum – og harvið framtíðar samfelagnum til góðar.
– Hóast fleiri uttanhýsis granskarar í Føroyum av og á undirvísa og vegleiða lesandi á Setrinum, so kundi hesin parturin verið munandi meira skipaður og styrktur, um vit tora at gera bygnaðarbroytingar, sum eg haldi, at vit eiga at gera, sigur rektarin.
Varðveita myndugleikaráðgevingina
Teir níggju granskingarstovnarnir uttan fyri Setrið hava m.a. til endamáls at veita ráðgeving til politisku skipanina og annars at vera vitanarstovnar á útvaldum økjum.
Og hendan uppgávan er týdningarmikil og skal sjálvandi varðveitast í einum nýskipaðum bygnaði, sigur rektarin.
– Vit kunnu leggja granskingarstovnarnar tættari at Setrinum og samstundis tryggja teimum stórt sjálvræði. Vit kunnu effektivisera og styrkja um karmarnar kring granskingina og undirvísingina í Føroyum og varðveita fakspesifikku ráðgevingina, sum stovnarnir skulu veita politisku skipanini, sigur Martin Tvede Zachariasen og tosar m.a. um, hvat vit høvdu kunnað skapt á fiski og aliøkinum, um vit tordu at bróta upp úr nýggjum.
– Ein orsøk til, at vit á føroyska universitetinum framvegis ikki hava útbúgving í t.d. matvøruvísindum, biotøkni ella fiskifrøði, eru forðingarnar við bygnaðinum í granskingargeiranum. Ikki soleiðis at skilja, at vit ikki hava framúr gott samstarv við stovnarnar, men tí fjarstøðan kortini er ov stór til, at vit hava kunnað bygt upp gransking og útbúgvingartilboð á hesum økjum, sum hava serliga stóran týdning fyri Føroyar, sigur Martin Tvede Zachariasen.
Ikki kollvelting men nýggj byrjan
Rektarin á Fróðskaparsetrinum veit, at orðið nýskipan kann fáa fólk at hveppast við og óttast, at nú fer góð og gomul siðvenja fyri skeyti.
– Nýskipanir skulu sjálvandi gerast við ómaki og hava fyrilit fyri tí, sum verið hevur. Og tá kunnu tær gerast reinar sólskinssøgur, sigur hann og brúkar eitt dømi úr Danmark fyri at lýsa tað.
Í 1995 vórðu tríggir danskir fakstovnar lagdir saman, tá Danmarks Fiskeri og Hav undersøgelser, Institut og Ferskvandsfiskeri og Fiskepleje og so Fiskeriministeriets Forsøgslaboratorium blivu til D anmarks Fiskeriundersøgelser (DFU). Nýggi stovnurin var ein sjálvstøðugur fiskivinnugranskingarstovnur undir stjórnarráðnum fyri matvørur, landbúnaði og fiskivinnu.
Men alt hevur sína tíð, og í 2007 varð stóra universitetsfusiónin gjørd í Danmark, har avgjørt varð at fáa granskararnar á DFU upp í eitt størri akademiskt umhvørvi á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Har fekk gamli sektorstovnurin navnið DTU Aqua.
Fiskifrøðingurin Fritz Köster, sum hevði verið stjóri á gamla stovninum, lyfti umskiftið saman við starvsfeløgunum, og nú hann herfyri eftir mong ár sum stjóri fyri DTU Aqua fór frá, gjørdi rektarin á DTU, Anders Overgaard Bjarklev, status.
– Sum ein skipari hevur Fritz skoðað út í havsbrúnna, sett kósina og stýrt trygt gjøgnum stovnsligar, skipanarligar og politiskar aldur við stórum dugnasemi, risastórari fakligheit og stórari arbeiðsorku.
Granskingin á DTU Aqua hevur størri ávirkan nú; tættari kopling millum útbúgving, gransking og praksis; meira nýmenning og samstarv við vinnulívið; og størri altjóðagerð, segði rektarin á fráfaringartiltakinum.

Nógvir almennir stovnar hava gransking sum eitt av sínum høvuðsendamálum. Fleiri teirra hava eisini aðrar uppgávur sum at kunna og ráðgeva landsins myndugleikum um ávís viðurskifti. Granskingarstovnarnir liggja undir fleiri ymiskum aðalráðum
Gamalt ynski um formligt samstarv
Okkara Havstova hevur eisini verið fyri broytingum. Gamla Fiskirannsóknarstovan var sett á stovn í 1959 sum deild undir danska kanningarstovninum, og tá Fiskirannsóknarstovan fylti 50 ár í 2009, og virksemið varð vaksið langt út um upprunaliga setningin, fekk stovnurin sítt núverandi navn og búmerki.
– Alt hevur sína tíð, sigur rektarin.
– Vit mugu broyta bæði fyri at varðveita og fyri at menna, sigur hann og leggur dent á, at hóast hann her nevnir fiskivinnuøkið, so eiga vit at hyggja nærri at øllum granskingarøkinum í Føroyum.
– Eg kann taka eitt dømi aftrat um somu tankar, sum hava verið, men sum kanska eru fánaðir burtur aftur. Í frágreiðing til landsstýrið skrivaði Havstovan í 2010, at stovnurin júst vegna lítla umhvørvið vildi inn í formaliserað samstarv við Fróðskaparsetrið, so stovnurin kundi gerast partur av einum størri føroyskum universitetsumhvørvi innan fyri havgransking og undirvísing.
– Eg haldi, at vit eiga at leita aftur á ta slóðina og taka allar hinar almennu granskingarstovnarnar við, sigur Martin Tvede Zachariasen.
Stór menning í heilsugranskingini
Stórar bygnaðarbroytingar eru áður gjørdar á útbúgvingarøkinum, sum hava havt sera gagnliga ávirkan bæði á gransking og útbúgving. Tá gamli Sjúkrasystraskúlin bleiv umskipaður til eina akademiska deild á Fróðskaparsetrinum í 2008, varð sjøtul samstundis settur á hægri akademiska útbúgving og gransking á heilsuøkinum.
Við markaðu granskingarfíggingini úr gamla Sjúkrakassagrunninum gjørdu Føroyar eitt satt skarvslop heilsugranskingarliga, og nú formliga avtalan er gjørd millum Setrið og Sjúkrahúsverkið um universitetssjúkrahús, hava vit nógva menning í væntu, heldur rektarin.
– Vit skulu menna gransking og hægri útbúgving, sum hevur týdning fyri megingeirarnar í Føroyum. Og hóast Fróðskaparsetrið er størsti granskingarstovnur í landinum, so kunnu vit ikki einsamøll lyfta hendan setningin.
– Tað kunnu vit, um hinir níggju almennu granskingarstovnarnir í landinum verða tættari knýttir at Setrinum. Tað hevði verið til fyrimunar fyri øll, haldi eg, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari, og endurgevur Ráðið fyri Gransking, menning og nýskapan, sum landsstýrið hevur sett fyri at koma við tilmælum á júst hesum økinum.
– Fróðskaparsetrið er nevnt 16 ferðir í ársfrágreiðingini frá 2022 og 12 ferðir í ársfrágreiðingini fyri 2023. Ráðið sigur, at Setrið skal spæla størri leiklut og vera ”regnskjól”, tá tað snýr seg um gransking, menning og nýskapan í Føroyum; at Granskingar og framtakseindin á Setrinum skal tæna uttanhýsis granskingarstovnunum; og at Setrið eisini skal menna depil fyri gransking, menning og nýskapan.
– Higartil hevur tað sum heild hevur verið ein nokk so einsligur róður hjá Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum at fáa ferð á samskipanina av granskingarøkinum í Føroyum. Hinir granskingarstovnarnir dylja ikki fyri, at teir ikki rættiliga hava orku til tað.
– Tí er avgerandi neyðugt at umhugsa alla almennu skipanina innan fyri gransking, menning og nýskapan. Vit mugu hava felags stuðulsskipanir og fyrisitingar; vit mugu samstarva um felags infrakervi, starvsstovur osfr; vit mugu brúka teir fáu granskarar, sum við hava, best møguligt og samstarva nógv betri; og so má koplingin millum útbúgving og gransking styrkjast, eins og koplingin við vinnulívið má mennast.
– Stutt sagt, so eigur alt granskingarvirksemi hjá tí almenna formliga at vera knýtt at Setrinum, meðan fíggingin saktans framvegis kann liggja hjá avvarðandi aðalráðum, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.