Soleiðis sigur stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, á sínum Facebook-vanga í kvøld.
Tað kemur í kjalarvørrinum av, at Bakkafrost mánadagin legði sítt úrslit fyri fyrsta ársfjórðingur 2024 fram, men longu dagin eftir var KVF úti við eini heilt ørvísi áskoðan av tingunum.
Regin Jacobsen skrivar soleiðis í kvøld:
“Rætting frá 295% til 200%
Í greinini á kvf.fo stendur, at “295% var seinni rættað til 200%”, men tað er ikki rætt. Á heimasíðuni hjá Bakkafrost stendur enn 295%, og tað er framvegis rætt, at tøkugjaldið er trífaldað (295%). Tað manglar at standa, hvør hevur rættað til 200%, tí okkum kunnugt er tað bara Kringvarpið, sum hevur framt hesa rættingina.
Tað er púra legitimt at samanbera tvey ymisk tøkugjøld í tveimum ymiskum skipanum, tí tað avspeglar jú veruleikin. Skuldu vit gjørt sum tað bleiv sagt í tíðindunum í gjár, so høvdu vit samanborið hypotetiskar støður, UM ein skipan var galdandi tá ella tá. Nú samanbera vit verulig tøl og fakta er, at tøkugjaldið er trífaldað. Tað vildi verið villeiðandi at gjørt annað.
2022, 2023 og 2024 tøl
Í gjár bleiv sagt, at um tøkugjaldið í 2022 hevði verið galdandi í 2023, so hevði tað ikki verið trífaldað. Men tað er so, at skipanin í 2022 var galdandi í 2023, og tí standa vit eitt sindur spyrjandi fyri, hvat meint verður við. Tað er ikki veruleikin. Skipanin bleiv broytt í august 2023 og tí hevur 2022 einki við hvørki tíðindaskriv ella broytingar í tøkugjaldinum at gera.
Tað kann møguliga misskiljast at tøkugjaldið er hækkað 295%; men tá tað eisini í næsta setningi í skrivinum frá Bakkafrost stendur at tøkugjaldið er trífaldað, og síðani í triðja setningi eru tølini upplýst, so haldi eg ikki at fólk sum duga at rokna eiga at misskilja prosent rokningina.”
https://kvf.fo/…/05/07/villleidandi-tol-fra-bakkafrosti
Deil á Facebook