Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.05.2023 18:01

Regin Jacobsen – Hetta fer at hava stórar avleiðingar

Mynd: Regin Jacobsen (Privat mynd)

Tað er í morgin at tøkugjøldini fyri alivinnuna verða samtykt í løgtinginum til 3. viðgerð.

Við Eysturoyarportalin sigur Regin Jacobsen í stuttari viðmerking í kvøld; at hetta fer at hava stórar avleiðingar – bæði á íløgur og góðskingina. Íløgurnar mugu minkast og víðarivirkingin kann ikki halda fram sum nú.

Samgongan hevur avgjørt, at fyri at fíggja vælferðarsamfelagið, so mugu tey taka pening úr vinnuni. Men úrslitið av tí, verður sambart fyrrverandi løgtingsmanni, at áleið 300 ársverk hvørva í einum høggi. https://www.eyp.fo/300-arbeidsplass-ruka/

Úrslitið verður, at Bakkafrost á Glyvrum kemur at hava trupulleikar at gera sølusáttmálar og at fólk verða send til hús í hópa talið.

Skálafjørðinum verður tískil hart raktur og verður tað ikki bara Eysturoyggin og norðurøkið sum koma at føla sviðan, men alt samfelagið sum tað er.

Løgtingsfundurin verður mikudagur, 17. mai 2023, kl. 10:00, har 3. viðgerð um tøkugjaldið er 4. mál á skrá.