Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2025 13:43

Regatta 2025

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Nú nærkast av álvara til Regatta 2025

Regatta verður fríggjadagin 15. august, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Kappróðrarbátar loysa kl. 15:00 og aðrir bátar kl. 15:30. Vænta verður, at bátarnir koma til Hósvíkar um 18 tíðina.

Ætlar tú tær á Rehatta við báti ella húsvogni, kanst tú melda til her 

Freistin at melda til er mikukvøldið 13. aug á miðnátt.

Skráin fyri dagin er hendan:
kl 14.55              Jógvan í Skorini setur Regatta
kl 15.00              Árabátar fara av Eiði
kl 15.30              Bátar fara av Eiði
kl 16.45              Bátar samlast norðanfyri brúnna við Streymin
kl 18.00 – 00.00  Kaffi-Neyst og Pylsy-neyst opið
kl 18.00 – 01.00  Øl-Neyst opið
kl 18.00               Bátarnir koma til Hósvíkar
kl 18.00 – 20.00   Døgurði í bygdarhúsinum frá Ruben Busk
kl 18.30               Útimøti á torginum niðanfyri Bygdarhúsið
kl 20.15               Livandi tónleikur við Anton Liljedahl í Tónaneystinum 
kl 21.15               Livandi tónleikur við Herborg Torkilsdóttir í Tónaneystinum
kl 22.00               Livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall í Tónaneystinum
kl 23.00               Felagssangur við Janus Trúgvason omanfyri bátahylin
kl 23.30               Røða við Hans David Hansen omanfyri bátahylin
kl 00.00 – 04.00   Dansur við Vinmenn í Bygdarhúsinum
kl 00.00 – 04.00   Kioskin opin

Spjaldur