Eysturoyarportalurin var í dag framvið á Heiðavegi 67 í Saltangará (í Heiðunum), tá ið tey 8 arbeiðsfólkini á Rásini, og handverkarar, vóru í ferð við at gera klárt til at flyta inn.
Beinta Persdóttir Joensen, leiðari á eftirskúlanum, vísti okkum runt í bygninginum, uppíbyggingini, sum hevur verið seinastu árini.
Enn manglar nakað áðrenn alt er komið uppá pláss, sigur hon. Men tað verður væntandi alt klárt til mánadagin, tá ið næmingarnir flyta inn.
Hon sigur annars, at uppíbyggingin byrjaði í august 2023 og arbeiðið hevur gingið sera væl. Tað er byggifyritøkan Sp/f Malltek úr Klaksvík, sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari.
Beinta sigur, at hátíðarhald verður komandi fríggjadag, 5. september, frá kl 12-17, har øll eru hjartaliga vælkomin at koma framvið og hyggja eftir bygninginum.
Landstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, kemur eisini at halda røðu, meðan Steintór Rasmussen fer at hava eina sangframførslu saman við næmingunum frá kl 14.00.
Rásin er eftirskúli til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan.
Myndir: Eysturoyarportalurin





























