Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.11.2025 14:59

Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari settur upp

Mynd: SSL

Standfaraskip Landsins

Landsverk og Blikksmiðjan í Klaksvík hava í vikuni sett upp nýggjan gelendara á uttara partin av nýggju rampuni á Syðradali á Kalsoynni.

Eisini eru pláturnar ímillum rampuna og asfaltið nú sveisaðar fastar, so tær ikki verða trýstar upp av brimi.

Mett verður nú um, hvussu ið atløguviðurskiftini hjá Sam á høgætt kunnu tryggjast betur.

Nýggja rampan er í fyrstu atløgu gjørd til Teistan og nýggju kalsoyarferjuna, men skal eisini kunna brúkast av Sam.

Teistin hevur royndarsiglt á kalsoyarleiðini í nakrar vikur og fer at halda áfram við skipaðari royndarsigling.

Myndir: SSL