Tíðindaskriv/ADHD felagið
Nú nógv verður tosað um ADHD/ADD, verður ofta tikið fram, at tað ikki skal krevjast at fáa bókstavir ella diagnosu fyri at fáa hjálp.
FAKTA: Fólk við ADHD eru fødd við tí – tað er ikki nakað, tey fáa við einari útgreining.
Tey hava tað frammanundan. Diagnosan er tó neyðug fyri at fáa neyðugu hjálpina, tá talan er um ADHD/ADD.
Eg eri púra samd í, at børn, sum ikki trívast, skulu hava hjálp eftir tørvi.
Hjálpin skal ikki krevja diagnosu – men hinvegin kenna vit foreldur, at tann hjálpin, sum verður sett í verk, tíverri ofta bert ger, at bíðitíðin til røttu hjálpina dregur út.
Tíverri hevur hesin hugburðurin ta baksíðu, at nógv børn skulu ein stóran part av barndóminum ígjøgnum alskyns royndar“hjálpiætlanir”, sum bróta meira niður enn hjálpa.
Vit vórðu til dømis biðin at busta barninum 5 ferðir og trýsta allar liðir hvønn dag í eitt ár. Hettar eru krøv, sum flest allar familjur ikki megna, og tí verður tað “teirra skyld” at barnið ikki trívist, tí tey gera ikki tað, sum tey verða biðin um.
Sostatt kunnu vælmeinandi “hjálpir” seta familjuna undir nógv strongdarskapandi krøv, sum muna lítið ella einki – ímeðan fær barnið ikki røttu hjálpina og støðan gerst verri og verri.
Tí kunnu úttalilsi sum, at tað ikki krevst diagnosa fyri at fáa hjálp, gera júst tað øvugta av tí ætlaða.
Tit, sum siga hetta, meina tað væl – men hevði tú sagt við eitt barn, sum sær illa, at tað ikki skal brúka brillur?
Ella eitt barn við diabetessymptomum, at tað ikki skal útgreinast?
Nógv meina tað væl – men úttalilsi botnar ofta í stigma og manglandi viðurkenning, at tað eru børn, sum hava viðføddar neuro-menningarligar avbjóðingar, sum krevja diagnosering!
Sigið heldur:
-At øll børn, sum trívast illa, skulu fáa tíðliga hjálp.
-Útgreinið børn við ADHD/ADD so skjótt sum gjørligt, helst áðrenn tey fara í skúla, soleiðis at tey fáa bestu skúlabyrjan og fortreytir fyri góða lívsgóðsku og sálarheilsu.
-Hjálp foreldrunum at hjálpa børnunum við NFPP foreldraráðgeving.
-Set eitt fakliga sterkt toymi at hjálpa børnunum, sum longu standa í bíðikøini, og gev foreldrunum ráðgeving og hjálp beinanvegin í dag.
-Set 10 mió. meira av um árið til at styrkja og framtíðartryggja psykiatriina og serútbúgva t.d. sálarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar.
-Ger eitt “familjuhús” – tað vit hava kallað eina tvørfakliga klinikk til alla familjuna – við t.d. sosialráðgevum, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, psykiatara, audiologum, ergoterapeutum o.s.fr., sum hjálpa ta breiðu viftina av neuropsykiatriskum diagnosum so sum OCD, tics, orð- og talblindni, autismu, staming, ADHD v.m. Hetta er alt sama fakøkið. Fá hava bert tað eina av hesum – flest hava fleiri.
So tað síðsta: hví yvirhøvur fáa útgreining?
Fólk við ADHD/ADD fáa ofta sálarligar fylgisjúkur og/ella liva slítandi lív, sum minkar lívsgóðskuna munandi.
Fleiri gerast óarbeiðsfør vegna langtíðarstrongd.
Nýggj føroysk gransking vísir, at vit eru nógv seinri at útgreina børn, vit útgreina færri, og fleiri fáa sálarligar fylgisjúkur av ov seinari útgreining. Les meir á adhd.fo.
Viðgerðin – bæði psykoedukatión og medisinsk viðgerð – er nú vorðin so góð, at fólk kunnu fáa nógv betri lívsgóðsku.
Í staðin fyri at vera handikappandi, er ADHD/ADD blivið ein fylgisveinur, sum ein kann læra at liva væl við og fáa javnbjóðis atgongd til samfelagið, t.v.s. stovnar, skúla, arbeiðslív og mentan.
ADHD gevur vón, trivnað og virkni.
– Minst til okkara, tá tú setur krossin
Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum
