Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.08.2025 16:05

Rætting til Liljuna Weihe

Mynd: Eyp.fo

Lesarabræv

Sum stýrisformaður fyri Roðan, kommunala eldrasamstarvið við Skálafjørðin, er tað mín skylda at rætta mistøk, sum onkur uttanfyristandandi roytir niður úr leysum lofti – helst fyri at rættvísgera sína egnu agendu. Faktakjekk er ein av grundsúlunum undir politiskum og helst eisini journalistiskum arbeiði. Er botnurin undir orðaskiftinum ikki nóg solidur, so kann tað skjótt ganga av skriðuni og alt endar sum falstíðindi – fake news.

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin, hevur um dagarnar viðgjørt eldraøkið frá tingsins røðarapalli. Serliga hevur hon tosað um stjølin í starvsfólkahópinum. Hon nevnir í røðuni m.a.: ”Í Tórshavnar kommunu vóru meira enn helvtin av starvsfólkunum ófaklærd í 2020, 53%. Á Skálafjørðinum næstan líka nógv, 51%.”

Tiltikið var, at fáur lýgur meiri enn helvtina, men tað er so gjørt í hesum førinum, tí hesi 51 prosentini hjá Liljuni eru nú einaferð nærri 20 prosentum, táið tað snýr seg um eldrasamstarvið við Skálafjørðin.

Hjá Roðanum eru áleið 30% av røktarstarvsfólkunum limir í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 30% í Heilsurøktarafelagnum og 40% í Heilsuhjálparafelagnum.  Helmingurin av hesum 40 prosentunum, sum eru limir í Heilsuhjálparafelagnum, eru ófaklærd, og tað hevur við sær, at samlaða talið av ófaklærdum røktarstarvsfólkum í Roðanum liggur altso nærri 20%´um í mun til uppáhaldið hjá Liljuni á 51%.  

Tað hevði verið skilagott um tey fáu, sum eiga eksklusiva rættin til tjóðarinnar evsta røðarapall, gjøtlaðu til miðis við veruleikanum sum politiskum vápni, heldur enn at spjaða falstíðindi út til okkum onnur, sum ikki eiga sama úrvalda rættin sum 33 tingfólk, 9 landsstýrisfólk og ríkisumboðsmaðurin at stíga upp í serligu sferuna á  Rostra.

Ein telefonsamtala í 5 minuttir millum leiðslu Roðans og Liljuna kundi forða fyri hesum mistakinum, um hetta ikki var tilætlað í brúki til onkra dagsskrá, sum vit onki kenna til.

ES: Tølini hjá Roðanum havi eg í morgun fingið frá leiðara Roðans, – Jóngerð Guttesen.

Tórbjørn Jacobsen