Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2025 12:20

Rætningurin settur fyri broytingar í fólkaskúlanum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fegnast um, at ein greiður rætningur nú er settur fyri at menna fólkaskúlan. Í breiðari semju hevur Løgtingið samtykt fleiri av broytingunum, sum landsstýrismaðurin legði upp til, og í øðrum førum hevur biðið um, at arbeitt verður víðari í sama rætningi sum ætlað.
 
Ein av høvuðsbroytingunum er, at fólkaskúlin frameftir verður greitt skipaður í tríggjar deildir: grunddeild (1.–3. flokkur), miðdeild (4.–6. flokkur) og hádeild (7.–9. flokkur). Broytingin í deildarbýtinum kemur í gildi frá skúlaárinum 2028/29, tá 7. flokkur verður partur av hádeildini. Smáu skúlarnir kunnu varðveita 7. flokk, um kommunurnar ynskja tað.
 
Eisini verða broytingar settar í verk longu komandi skúlaár, tá skúlaleiðslur fáa heimild til í hvørjum flokki at umskipa 5 tímar um vikuna til at menna handaligar, listarligar og skapandi lærugreinar, til vallærugreinar og til at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Hetta gevur samstundis skúlunum størri rásarúm at skipa skúladagin eftir tørvinum hjá einstaka flokkinum.
 
Arbeiðið heldur nú áfram við at fyrireika styttingina av skúladegnum og at menna tvílæraraskipanina, har samlæring er í miðdeplinum. Samstundis arbeiðir ein arbeiðsbólkur við einum tilmæli um inklusión og sertilboð, hetta arbeiði væntast liðugt í summar.
 
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at alt hetta arbeiði verður gjørt í opnum samstarvi við allar viðkomandi partar, og at tað hevur stóran týdning, at tað framhaldandi verður breið undirtøka fyri teimum broytingum, sum verða gjørdar í fólkaskúlanum.