Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2024 14:16

Ræðuligt møsn

Lesarabræv

Nú kemur fram, at “tilfeingisrentan” í alivinnuni er yvir 1 milliard. Og orsøkin er ikki dugnaskapur hjá vinnuni, men føroysku firðirnir/náttúran, sum er orsøkin.

Tá alivinnan øll fór av knóranum fyrst í 90’unum og aftur í 2003, vóru tá føroysku firðirnir nógv vánaligari enn nú? Var føroyska náttúran øgiliga nógv øðrvísi, enn hon er nú?

Um tilfeingisrentan í alivinnuni er yvir 1 milliard, tí føroyska náttúran er so góð til aling, so var tilfeingisrentan eisini yvir 1 milliard í 90’unum og í 2003. Og fyri so vítt eisini í 1800. Tí sambært teimum mest forstokkaðu teoretikkarunum er tilfeingisrentan konstant, so leingi sum fortreytirnar eru konstantar. Og føroyska náttúran er ikki broytt nevnivert seinastu 1000 árini.

Nei, nei, nei. Føroyska alivinnan er úrslit av stórum ofrum, nógvum húsagangum, endaleysum áhaldni og so eini miðvísari kunnleikaøking, har heilt náttúrliga tey klókastu og dugnaligastu yvirlivdu og megnaðu at fremja tað undurverk, sum føroysk aling er ídag.

Um ongin var, sum setti alt í veð. Um ongin var, sum fór á heysin. Um ongin var, sum til tjúgund og síðst megnaði ímóti øllum odds at berjast áhaldandi móti øllum teimum óteljandi avbjóðingunum, sum verið hava frá byrjan, so var ongin alivinna og heldur ongin tilfeingisrenta.

Tað merkir heilt einfalt, at tað eru fólkini í alivinnuni, sum hava skapt úrslitini og tað, sum nøkur kalla “tilfeingisrenta”. Og tí eiga tey púra rættvíst og logiskt eisini vinningin.

Og frámíhjárættur, hann náði tú meg…

70 alarar høvdu hendan “framíhjárættin” í 90’unum. Nógvir sleikja enn sárini av hesum framíhjárætti. Ein framíhjárættur, sum teir flestu vildu verið fyriuttan.

Hví fegnast vit sum samfelag ikki heldur um, at dugnaligu fólkini í alivinnuni skapa lívsgrundarlag fyri túsundum av føroyingum? Gera íløgur fyri milliardir, so enn fleiri føroyingar kunnu liva væl av hesi lutfalsliga nýggju vinnu? Og gjalda 100-tals milliónir, helst omanfyri milliardina, í landskassan árliga í vanligum skatti og avgjøldum.

Hví skapa vinstraflokkarnir ein neiligan hugburð kring hesa fantastisku søguna, sum alivinnan er? Uttan alivinnuna vóru vit 10.000 færri fólk í Føroyum. Uttan alivinnuna høvdu vit munandi minni vælferð. Men allíkavæl halda fólk, at alivinnan rindar ov lítið.

Bill Justinussen