Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.07.2025 14:43

Ráðstevnan ’Vitan til varandi aling – VTVA 2025’

Mynd: Firum

Firum

Tann 31. oktober 2025 verður ráðstevnan ‘Vitan til varandi aling – VTVA 2025’ hildin á fjórða sinni.

Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni.

Talan er um eina føroyska vísindaliga ráðstevnu, ið skal virka sum eitt savningarstað fyri føroyska akademiska umhvørvið og allar granskarar, ið á ein ella annan hátt fáast við alirelateraði evni.

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni. At hjálpa til við fyrireikingini av ráðstevnuni er ein vísindanevnd skipað, ið er mannað av granskarum frá ymiskum føroyskum granskingarstovnum.

Sum vanligt er, tá skipað verður fyri vísindaligum ráðstevnum, verður í næstum lýst eftir framløgum, og kunnu granskarar tí senda ein stuttan samandrátt, abstrakt, sum í stuttum lýsir innihaldið av ætlaðu framløguni. Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.

> Send okkum eina abstrakt til VTVA 2025 umvegis heimasíðuna her

Í næstum verður kunna nærri um tilmelding, hvar ráðstevnan verður hildin og annað viðkomandi.

Fylg við ráðstevnuni og kunning annars, á heimasíðu okkara her

Spjaldur