Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2025 22:15

Przybylski heldur fram í NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ hevur í kvøld longt við Michal Przybylski. Felagið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngerða, at 27 ára gamli Michal Przybylski hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum, so at hann framhaldandi kemur at bera tí gulu blusuna til og við 2027.

Michal kom aftur til NSÍ áðrenn kappingin í ár fór í gongd, og leikti hann tilsamans 26 dystir og fekk 9 mál fyri Betri hópin. Eisini leikti hann nakrar dystir við 1. deild við kappingarbyrjan.

Michal er kendur fyri sínar álopskendu dygdir á miðvøllinum, men í ár slapp hann eisini at royna sínar verjukendu dygdir, tá ið hann tók nakrar dystir sum miðverji, tá ið skaðar gjørdu um seg.

Sjálvt um hann kom væl frá uppgávuni, er tað neyvan nøkur loyna, at Michal dámar betur at brúka tíð í 16 metrinum hjá mótstøðuliðnum enn í sínum egna. Michal hevur tilsamans leikt 214 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið heili 64 mál.

Vit í NSÍ eru sera fegin um, at Michal heldur áfram í NSÍ, og vit gleða okkum at síggja hann í eyðkendu gulu blusuni.