Mynd: Nordiskfootball.fr
Kelda: Bólt.fo
Bólt.fo skrivar at møguliga eru onkru leikaraskifti ávegis í bestu deildini hjá monnum.
Eitt av nøvnunum sum eru sett í samband við Víking er evnaríki Skálaleikarin Poul Kallsberg, sum mest heldur til á vonginum. Hann hevur í ár skotið 6 mál fyri Skál í Betrideildini, harav tvey vóru skotin móti júst Víkingi.
Ein annar, sum eisini er nevndur at fara at skifta felag í vetur, er Ari Olsen úr Víkingi. Hann hevur síðani hann kom aftur frá langtíðarskaðanum fyrr í ár, mest verið á bonkinum og brúktur sum “back-up”, av tí at Bárður J. Hansen hevur mest sum átt plássið sum høgribakkur hjá Víkingi. Tað siga tølini eisini, har hann hevur lagt upp til 14 mál í 20 Betrideildardystum higartil í ár.
Deil á Facebook