Tíðindaskriv/Poolsamband Føroya
Vit eru sera fegin og ómetaliga errin at kunngera, at Poolsamband Føroya fer at seta eitt týðiligt merki á altjóða pallinum í ítróttargreinini Pool. Á komandi WPA Champion of Champions kappingini í Brisbane, Avstralia, frá 17. til 21. september, fer okkara hægst styrkismetti føroyski landsliðsleikari, Eirik Mikkelsen, at umboða Føroyar, saman við sínum venjara, Shehan Andrew Wanniya Bandara. WPA Champion of Champions kappingin verður í kinesisku greinini av 8-ball, ið kallast HEYBALL.
Omaná tað, eru vit eisini errin av, at tríggir føroyskir dómarar— Tito César Quezada og Shehan Andrew Wanniya Bandara—eru valdir at døma á European Championships Seniors Ladies, sum verður hildin í Assen, Niðurlondum, frá 29. september til 9. oktober í ár.
Hetta er bert møguligt, av tí at Poolsambandi skipaði fyri altjóða dómaraskeiði í januar, har heili átta fingu prógv, sum altjóða dómarar fyri evropeiska poolsambandið. Tí er hetta aðru ferð, at føroysku dómarar fáa heiðurin at døma á einum stórum evropeiskum tiltakið, eftir at Shehan Andrew Wanniya Bandara dømdi evropa meistaraheitini fyrr í ár, í Estlandi.
Nú, ein leikari er ávegis til eina heimsmeistara kapping í Australia og við tveimum dómarum á vegis til Niðurlond, eru vit errin at umboða Føroyar á altjóða pallinum og gleða okkum at vísa okkara ítróttarførleikar og anda.
Ein serlig tøkk fer til Ítróttasamband Føroya fyri teirra støðuga stuðul til føroyskan ítrótt.
Samstundis eru vit eisini takksom fyri okkara stuðlum, Reklamuprent og ETV í Gøtu.
Við ítróttarkvøðu
Poolsamband Føroya