Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2024 15:34

Politistøðin í Runavík letur aftur – stórt afturstig fyri eysturoyingar!

Mynd: Magnus Rasmussen

Lesarabræv

Vit hava hoyrt í fjølmiðlunum seinastu tíðina, at sparingar skulu til í politinum í Føroyum og nú er sjón fyri søgn. 

Eg eri kunnaður um, at lykilin á politistøðini í Runavík verður snaraður um 1. oktober og tænasturnar, sum starvsfólkini á politistøðina hava veitt eysturoyingum, verða ikki at fáa longur har. Hetta eru tænastur, sum fólk hava verið glað  og nøgd fyri at fingið í Eysturoynni.

Spurningurin er, hvørjar tænastur verða veittar í dag  á politistøðini og sum nú 1. oktober ikki verða veittar framyvir.

Tænasturnar  eru nógvar og eg nevni bara nakrar fáar:

  • Umsóknir um arbeiðsloyvi og leingjan av arbeiðsloyvum
  • Pass og koyrikort
  • Revsiváttanir
  • Váttanir um neyðsignal 

Opið hevur verið fýra dagar um vikuna og tvey starvsfólk hava arbeitt har í nógv ár. Mær kunnugt hevur verið úr at gera hjá teimum. Tað sigur eisini nakað um vavið av tænastuni.

Eyðsæð er tí, at tænastustøðið hjá okkum í Eysturoynni lækkar munandi og tað er ikki í lagi!

Her mugu allar góðar kreftir á banan fyri at fáa hesa avgerð broytta – kreftir, sum kunnu hava ávirkan á støðutakanina.

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður