Eyp
Í morgin, týsdagin, fer føroyafólk at verða nakað klókari, tá tað snýr seg um, hvat samgongan ætlar at gera við russlandssáttmálan, tøkugjaldið á alivinnuna og hvat framtíðin annars fer at bjóða okkum føroyingum.
Í morgin skulu teir tríggir, løgmaður, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landsstýrismaðurin í uttanríkismálumráðføra seg við uttanlandsnevndina um avgerðina hjá landsstýrinum um fiskiveiðiavtalu við Russland í 2024.
Nakað sum hevur tikið drúgva tíð hjá politisku skipaninin at koma til eina niðurstøðu. Alt ov langa tíð halda summi, serliga tá hugsa verður um, at persónarnir sum nú koma við niðurstøðuni, longu høvdu eina heilt greiða niðurstøðu fyri 1 ½ árið síðani, sambært teimum sjálvum.
Sama dagin, í morgin týsdagin, er tingfundur, har Sambandsflokkurin fer at leggja broytingaruppskot fyri tingið har 1. viðgerð av uppskotinum um at broyta lógina um loyvisgjøld á alivinnu er fyri. Flokkurin leggur upp til, at “fyri aldan laks, ið verður nýttur til víðari framleiðslu, eigur tøkugjaldið ongantíð at vera meira enn 7,5%.”.
Um flokkurin fær undirtøku frá nøkrum í samgonguni er tó rættuliga ivasamt. Serliga tá ið hugsa verður um, at álitisfólkið og starvsfólkaumboðið fyri tey gott 400 starvsfólkini á portiónframleiðsluna á Bakkafrost á Glyvrum, segði á Eysturoyarportalinum í síðstu viku, at “eingin samgongupolitikari hevur lurta eftir okkum!”. Hetta er ikki nakað óvæntað í so máta, við tað, at samgongan heldur ikki hevur lurta eftir nøkrum av ávaringunum ella hoyringsskrivunum frá vinnuni annars seinasta árið.
Um tað er lagnunar speisemi ella ikki, so kemur Bakkafrost út við síni ársfjórðingsframløgu júst sama dag sum 1.viðgerð av broytingaruppskotinum hjá Sambandsflokkinum er fyri á tingið. Her kann møguliga væntast, at vit verða nakað klókari um hvussu verður víðari við portiónframleiðsluna á virkinum á Glyvrum, og teimum fólkunum sum í dag starvast har, eftir tí framløguna.
Fyrr var gamalt, at tað var umráðandi at passa sær løgir. Hetta var serliga galdandi, tá ið teir gomlum, í árabátum í illveðrið, skulu antin leypa i land ella leypa í bátin, tá ið aldur og suð, náttúrukreftirnar, gjørdu seg galdandi.
Men hetta kann ikki sigast um politiska handverkið, hjá hesi samgonguni, í vikunu sum fór.
Eftir at hava lagt uppí eitt verkfall við lóg, har flokkarnir sum hava (havt) fakfeløguni tætt inn at politisku kjarnuni, ikki vildu lurta eftir sínum “egnu” veljarum, so var hetta gjørt uttan nakrað himpr. Og tíðliga morgunin eftir, var samgongan aftur á fótum, tá ið hon, uttan nakað “stedfornemmelse”, legið ein skattalætta fram fyri føroyafólk! Til mikla undran hjá fleiri. Kanska serliga hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Og ikki nokk við tí. Undan kavi kom so í sosialu miðlinum fram, sum eitt boomerang, røðan hjá formanninum í Tjóðveldi, frá 2021, har hann soleiðis um at blanda seg uppí politiskt í eitt verkfall:
–Nei, nei nei, nei, nei. Ikki taling um. Gloym tað. Yvirhøvir ikki. Tað kemur ikki uppá tal. Gakk avstað við tykkum. Skúgvi hetta burtur. Koyr á vestfallið. Gevist. Tak hetta uppskotið aftur umgangandi harra løgmaður.
So hørð vóru orðini frá formanninum í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fyri tveimum árum síðani, tá ið hann sat í andstøðu, har hann gav ilt frá sær um táverandi samgongu, sum í hansara orðum, skeyt upp við lóg at skerja grundleggjandi verkfallsrættin fyri tí føroysku arbeiðara fjøldini.
Hann segði tá, at Tjóðveldi fór ongantíð, undir nøkrum umstøðum, at taka undir við eini lóg sum skerjir verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. Og legði hann afturat, at ósemjir altíð máttu og skuldi loysast við samráðingarborðið. Punktum!
Og ikki nokk við tí. Tí sum nakað heilt nýtt, so hevur politiska skipanin fingið eina heilt nýggja diminsión, tá serliga verður hugsa um, hvussu løgmansflokkurin og Javnaðarflokkurin hevur verið stýrdur seinastu tíðina. Har hann við einum mestsum kúrrum løgmanni, meðan ein hartrópandi fólkatingsmaður, og “de facto” lesarabrævsløgmaður, mest sum sjálvur hevur stýrt Javnaðarflokkinum, í miðilinum seinasta árið, við sínum harðranda russlands- og vinnulívspolitikki. Eitt slag av hybrid-politikkara.
Alt hetta skal síggjast í eygunum av vanlukkuliga politkkinum hjá sitandi samgongu, har hon mest sum sjálv hevur stýrt seg sjálva út á sjógv. Fíggjarlógin fyri 2024 gav eitt hall á -64 milliónir, meðan eykajáttarnir enn ikki eru komnar á borðið. Eftir hetta, er so komin ein sum áður sagt, skattalætti, sum skal fíggjast gjøgnum alskins grøn og ørðvísi tiltøk, sum flestu føroyingar ikki skilja ella taka undir við.
Harafturat kemur nógv minni av inntøkum inn frá alivinnuni, hóast hetta skuldi verða skattta-gulleggið hjá sitandi samgongu. Barentshavsflotin liggur í andaleypið. Meðan yvir 30 fakfelagsbólkar eru í løtuni í øðini inná samgonguna, har fleiri skulu til samráðingarborið einaferð í nærmastu framtíð. Og ikki at gloyma, at sitandi samgonga spilti teimum spælið, við at fara í Fasta Gerðarættin og oyðileggja eitt samhugaverkfall. Tað verður neyvan gloymt við bræði og fer neyvan afturvið borðinum uttan nakað.
Hartil skal blokkurin so eisini minkast, eisini eitt dýrt vallyfti hjá hesi samgonguni, sum fer at tyngja landskassan bara enn meira, samstundis, meðan milliónirnar rulla út gjøgnum kommunalvindeyga av boykottinum av at ikki loyva russiskum skipum til bryggju. Og ikki minst, øllum teimum mistu inntøkum, sum stóru og smáu, lokalfyritøkurnar hava av hesum boykotti, sum longu hava kent fíggjarliga sviðan.
Uttanfyristandandi, mugu tí spyrja seg sjálvan í hesum døgum, um havt hetta er fyri politiskt spæl sum gongur fyri seg. Hvørki fakfeløg ella vinnulív verða hoyrd.
Er ætanin at lokomottivið, vinnulívið sjálvt, skal avhøvdast við kassa 1?
Er politikkurin sum er lagdur fyri dagin, á góðum føroyskum hondum ella er hetta bert ein siropsdansur uttan sín líka, sum vit eru vitni til?