Valfeburin er í hæddini. Politisku ungmannafeløgini vitjaðu fyrrapartin í dag á miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Har høvdu tey høvdu hvør sín bás í nýggju snotuligu miðhøllini, meðan valevnini eisini fingu 2 minuttir hvørt at leggja fram á pallinum frammanfyri øllum næmingunum.
Flokkarnir gjørdu nógv burturúr, og næmingarnir tóku veruliga av, tá møguleikin var at tosa við valevni og fáa ymiskt valtilfar.
Øll ungmannafeløgini vóru umboðað, og fleiri av væl kendu andlitunum í føroyskum politikki vitjaðu eisini.
Eysturoyarportalurin var á Kambsdali og tók nakrar myndir.




























