Eyp
So gjørdist gjógvin enn størri enn hon nakrantíð hevur verið. Løgtingið og Føroyaland eru skrædna í tvey!
Gjógvin, sum hevur verið eyðsýnd í nógvum evropeiskum londum, eisini í USA, er nú eisini blivin sera sjónlig her heima hjá okkum.
Við tað at løgtingið í dag, við einum teprum 17-16 meiriluta, atkvøddi máilið um fría forsturtøku endaliga í gjøgnum. So gjørdist tað eisini alsamt meira sjónligt, at Føroyaland er eitt sera uppdeilt land.
Eitt land, har virðir hjá helvtinia av føroyingum, als ikki hava somu virðir sum hjá hini helvtini hjá landsmonnunum.
Og tað sást eisini í dag, tá ið løgtingsfólk trýstu á knøttin. Øll tingfólkini úr Norðoyggjum og Eysturoynni atkvøddu ímóti uppskotinum um fría fosturtøku. Meðan 12 av 13 tingfólkum í høvuðsstaðnum atkvøddu fyri.
Føroyar er nú vorið eitt land, har meginøkið, við høvuðsstaðnum sum miðdepli, livir sítt heilt egna lív og hevur sína libralistisku heimsuppfatan uppá tingini. Meðan útjarðarin, allarmest Eysturoyggin og Norðoyggjan, hava eina heilt aðra og meira siðbundið konservativa lívsáskoðan uppá tingini.
Hetta – fosturtøkumálið – er bert eitt av mongum málum, sum hava deilt tjóðina í tvey seinastu árini. Málini um t.d. §266b, fiskivinnulóggávuna, málið um gongd í haga og at nokta russiskum skipum atgongd til føroyskan kaikant, fyri at nevna nøkur, gjørdi júst tað saman.
Og sárini sita enn djúp og eym og verða ikki nemm at lekja.
Tendensurin er týðiligur. Virðisgrundarlagið hjá havnarfólki og bygdarfólki er ikki til at taka feil av. Libralisman, feminisman, sosialisman hava fingið fastartøkur á meginpartinum av ungdóminum í høvuðsstaðnum og teimum politikkarum sum her eru búðsetandi. Meðan tey konservativu kristnu virðini, saman við tí privata marknaðinum, verða enn hildin høgt í metum úti á bygdunum og norðanfjørðs.
Við hesum er tað eisini ein góður møguleiki fyri, at pendulið, aftur fer at svingað øvugtan veg, soleiðis at eftir eitt komandi løgtingsval, verður tað aftur núverandi andstøða sum tekur yvir.
Líka sum hon hevur gjørt so manga ferðir áður.
