Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2025 12:36

Politiskir viðmerkjarar í Degi og Viku

Lesarabræv

Er tað veruliga so trupult hjá Kringvarp Føroya at finna ein politiskt óheftan viðmerkjara at koma í studio?

Síðani 30. oktober — tað vil siga innan fyri tær síðstu tvær vikurnar — hevur Kringvarpið havt fýra politiskar viðmerkjarar at greina gongdina í Løgtinginum.

Tey fýra eru:

Jóannes Eidesgaard – (10.11.25)

Fyrrverandi løgmaður og formaður fyri Javnaðarflokkin.

Árni Gregersen – (07.11.25)

Beinta Løve – (03.11.25)

Fyrrverandi løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Erling Eidesgaard– (30.10.25)

Fyrrverandi løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Av hesum fýra er bara ein, sum er politiskt óheftur. Hini trý eru øll úr flokkum, sum sita í samgonguni nú.

Hetta ger trúðvirðið hjá Kringvarp Føroya munandi lægri – serliga tá ið talan er um almennan miðil, sum eigur at røkja sína óheftu og sakligu støðu.

Steffan Abrahamsson Løkin