Sámal Sunnudag
Tað er undranarvert at lesa tíðindi í hesum døgum. Sera nógvir sitandi løgtingslimir og fyrrverandi valevni hava lagt kongin og ætla sær nú okkurt annað enn løgtingsarbeiðið.
Í Sambandsflokkinum eru Jaspur Langgaard, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen givnir, umframt onnur valevni á tí meiri kristinkonservativa bógnum.
Í Javnaðarflokkinum er umvent. Her eru Ingilín D. Strøm og Uni Holm Johannesen givin, og flokkurin tykist fara eitt fet til høgru. Eisini frættist, at Henrik Old nú eisini gevst í politikki,- ein hin seinasti javnaðarmaðurin av gamla slagnum.
Hetta er merkisvert, tí um Sambandsflokkurin fer eitt fet til vinstru og Javnaðarflokkurin eitt fet til høgru so møtast teir mest sum á miðjuni.
Miðjan er søguliga staðið, har Sjálvstýri hevur verið heimahoyrandi, men við teimum útspølum, flokkurin er komin við higartil, sær tað mestur út sum, at Sjálvstýri kann enda eitt stað vinstru megin Javnaðarflokkin.
Les meira beint her: Politiska landslagið í broyting
