Runavíkar kommuna
Stutt fyri jól – miðvikudagin hin 20. desember – vitjaði Politiøkisráðið Runavíkar kommunu. Fundur var hildin í gamla býráðssalinum í Saltangará, har borgarstjórin fyrst greiddi frá søguni og gongdini hjá kommununi, og síðan fundaðust møttu umboðini um mál av felags áhuga. Tá ið nýggja rættargangslógin var sett í gildi í 2021, var Politiøkisráðið sett á stovn at umrøða mál av felags áhuga, eitt nú viðurskifti og virksemi hjá Føroya Politi, gongdina i lógarbrotum og samstarvið millum politi og nærsamfelagið.
Í Politiøkisráðnum sita:
Michael Boolsen, fúti og formaður.
Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur og varaformaður.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu.
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu.
Gudrun Mortansdóttir Joensen, Løgmálaráðið.
Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið.
Elsa Østergaard, Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Eftir formliga fundin lá leiðin niðan á Garðar í Søldarfirði, har hjúnini Lenda og Jákup tóku ímóti okkum. Jákup greiddi frá søguni hjá húsinum og síðan var døgverði etin.
Politiøkisráðið hevur í minsta lagi fýra fundir árliga.