Mynd: Miðnám á Kambsdali
Týsdagin 6. desember verður aftur skipað fyri stórum politiskum valfundi á Kambsdali, har floksformenninir/forkvinnan verða til staðar. Fundurin verður hildin í ítróttarhøllini kl. 11:45.
Skipað verður fyri atkvøðugreiðslu undan fundinum, og aftur tá ið fundurin er komin í helvt. So fer at bera til at síggja, um fundurin hevur flutt nakrar atkvøður. Og atkvøðugreiðslurnar fara at geva spentu áhoyrarunum og politisku flokkunum eina ábending um, hvussu næmingarnir í Eysturoynni, Norðuroyggjum og Norðstreymi ætla sær at atkvøða á løgtingsvalinum 8. desember. Í yngstu flokkunum á skúlanum hava fáir næmingar valrætt, men í teimum eldru flokkunum hava teir flestu næmingarnir valrætt og kunnu atkvøða á løgtingsvalinum 8. desember.
Hóast bert eitt umboð fyri hvønn flokk sleppur á pallin á Kambsdali hesaferð, so plaga ofta nógv onnur valevnir at møta á fundinum, so tað ber væl hjá næmingum at skifta orð við og kjakast um politikk við ymisku valevnini í høllini týsdagin. Øll – eisini tey, sum ikki ganga á skúlanum – eru vælkomin at luttaka á fundinum á Kambsdali, sum er almennur.
Eins og í samfelagnum, hevur politikkur fylt nógv á skúlanum á Kambsdali í heyst. Undan Fólkatingsvalinum, sum varð hildið í Føroyum 31. oktober, var eisini skipað fyri ikki minni enn tveimum politiskum fundum á Kambsdali. Hósdagin 20. oktober skipaði Kringvarp Føroya fyri einum beinleiðis útvarpskjaki í skúlahøllini, har tvey umboð fyri flokkarnar fingu høvði at taka lut, og næmingar á skúlanum fingu høvið at seta valevnunum spurningar. Og tríggjar dagar undan fólkatingsvalinum, 28. oktober, varð so aftur stórur politiskur fundur á skúlanum við floksformonnunum/kvinnuni í ítróttarhøllini.
Deil á Facebook