Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.12.2023 15:22

Politikkur í Eysturoy á breddan 

Mynd: Løgtingið

Eysturoyarportalurin

Fyrr í ár fór Eysturoyarportalurin undir eina verkætlan um at viðgera politik í Eysturoynni, eftir at hava fingið játtandi svar uppá verkætlanarstuðul frá Miðlastuðulsnevndini.

Ein verkætlan, sum hevði til endamáls at varpa meira ljós á, hví Eysturoyggin, ein oyggj við 12.000 íbúgvum, 7 kommunum og 39 bygdum, við áleið 23% av fólkatalinum, er so illa umboða á Føroya Løgtingið.

Eftir seinasta løgtingsval í 2022 har bert 4 tingfólk, búsitandi í Eysturoy, vóru vald inn á ting, tók kjakið seg uppaftur um hvat orsøkirnar vóru til hendan trupuleikan.

Nú er hendan verkætlan komin so mikið áleiðis, at hon er liðug og er tí ætlanin at Eysturoyarportalurin fer at leggja hana alment út komandi tíðina.

Talan er um eina greinarøð í 6.pørtum, har kava verður niður í søguna. Har orsøkir, hagtøl og annað forkunnugt verða grivin fram, samstundis sum at onkrar áhugaverdar upplýsingar eisini koma fram í ljósið.

Fyrsti partur av hesi greinarøð verður lagdur út í dag. Síðani er ætlanin at allar greinarnar verða lagdar út á Eysturoyarportalin komandi tíðina. Og miðað verður eftir at allar greinarnar eru lagdar út áðrenn jólaaftan.

Tað er Eysturoyarportalurin, í samstarvið við journalistin, Helga Abrahamsen, sum hevur staðið fyri og gjørt verkætlanina.