Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2025 08:25

Pól Arni syngur fyri

Pól Arni Holm fer at syngja fyri til "Tú alfagra land mítt" á Tórsvølli fríggjakvøldið - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli fríggjakvøldið.

Fríggjakvøldið klokkan 19:45 spæla Føroyar og Kroatia HM undankappingardyst á Tórsvølli.

Atgongumerkjasølan til dystin hevur gingið væl, og seint týskvøldið vóru bara eini 200 til 300 atgongumerki eftir. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.

Tí er nógv, ið bendir á, at tað verður fult hús tá forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, áðrenn dystin fer at syngja fyri til føroyska tjóðsangin, “Tú alfagra land mítt”.