Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Rudda Føroyar og Føroya Fuglafrøðifelag
Ein vaksandi trupulleiki
Á keiini á Eiði verða aliringar til alivinnuna framleiddir. Hetta arbeiðið hevur í fleiri ár ført við sær álvarsliga plastdálking, og borgarar í bygdini hava gjørt vart við trupulleikan ferð eftir ferð.
Framleiðslan av aliringum á Eiði byrjaði fyri umleið 25 árum síðani, og síðan tá er framleiðslan vaksin markant, tí at aliringarnir eru blivnir bæði nógv fleiri í tali og nógv størri. Hetta hevur við sær, at ein munandi størri mongd av plasti verður framleidd enn fyri einari fjórðingsøld síðani.


Ein av trupulleikunum við hesi framleiðsluni er, at tá ið rørini verða skorin, flusnar plast frá teimum stóru plastrørunum, og hetta hevur nógvar plastspønir við sær. Nøkur petti eru stór, onnur eru smá, og summi eru so tunn, at tey líkjast fínum træðrum. Av tí at plastið er svart, kann tað í fleiri førum líkjast tara ella øðrum lívrunnum vøkstri.


Hóast talan er um eina umfatandi ídnaðarframleiðslu, er – okkum kunnugt – eingin munagóð skipan fyri, hvussu plastleivdirnar skulu fyribyrgjast, ruddast ella burturbeinast.
Úrslitið av plastdálkingini sæst allastaðni: Um tú gongur fram við keiini og tekur eitt lítið sindur av mold ella gras í hondina, sært tú skjótt, hvussu nógvir smáir plastpartiklar liggja í hvørjum einasta lógva. Plast er eisini at finna aðrastaðni í bygdini, og sjálvt ovaliga í bygdini eru funnar leivdir av framleiðsluni.


Hetta prógvar, at trupulleikin ikki bert rakar keiøkið, men eisini náttúruna á og kring Eiði. Samstundis er lítil ivi um, at plastið eisini fer út á sjógv og kann ferðast sera langt.
Talan er um plast av slagnum High-Density Polyethylene (HDPE), eitt tilfar, sum ikki verður niðurbrotið í náttúruni. Í staðin endar tað á landi og á sjónum, har tað kann gerast partur av føðiketum og hava víðgongdar avleiðingar fyri bæði djór og menniskju.
Børnini leggja merki til trupulleikan
Á árliga ruddingardegnum hjá barnagarðinum á Eiði fara børnini út at rudda í nærumhvørvinum. Hetta er eitt gott og læruríkt átak, men úrslitið er eisini tankavekjandi. Eftir ruddingina spæla tey skrellibingo, har ymisk sløg av ruski verða bólkað – til dømis fløskuproppar og sigarettstubbar. Men á plátunum hjá børnunum er eisini ein serstakur bólkur fyri plastleivdir frá framleiðsluni av aliringunum. Tað sigur nógv.

At sjálvt børnini, hvørja ferð, ár eftir ár, finna leivdir av framleiðsluni av aliringunum, er eitt greitt tekin um, hvussu álvarsamur og sjónligur trupulleikin er í gerandisdegnum á Eiði.
Borgarar hava tikið málið upp
Fleiri borgarar hava síðan 2019 roynt at fingið myndugleikarnar at gera nakað við trupulleikan. Kommunan hevur fingið áheitan frá Umhvørvisstovuni, og málið hevur eisini verið hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum gav borgarunum viðhald.
Kortini heldur plastdálkingin fram. Orsøkin er, at framleiðslan fer fram undir opnum himli, og leivdirnar fara við vindinum og veðrinum. Tað er ikki nóg mikið at rudda upp – tørvur er á at forða fyri, at dálkingin yvirhøvur fer fram.
Almennur heilsu- og umhvørvisvandi
Plastdálking er ein av størstu umhvørvisavbjóðingunum í okkara tíð. Plast tekur sera langa tíð at bróta niður, og gransking vísir, at plast er funnið í maganum á havhesti í Føroyum, og hjá menniskjum er mikroplast funnið heilt inni í móðurkøkum hjá óføddum børnum .
Sjálvt um vit ikki kenna allar heilsuavleiðingar enn, vísa granskarar á, at plastpartiklar kunnu hava álvarsligar langtíðaravleiðingar fyri náttúru, djór og menniskju. Hetta ger plastdálking til ein bæði umhvørvisligan og heilsuligan váða, sum má takast í álvara.
Eftirlit og ábyrgd
Sambært lógini um umhvørvisvernd er plastdálking ikki fevnd av kapitli 5 um serliga dálkandi virkir. Tí er ikki neyðugt hjá fyritøkuni, sum framleiðir aliringarnar, at fáa umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Í staðin er tað kommunan, sum hevur eftirlit við hesum slag av virksemi.
Hetta gevur tó eina tvístøðu, tí at kommunan hevur ikki bara eftirlitið, men fær eisini inntøkur frá virkseminum. Tí er umráðandi at spyrja:
Kann ein kommuna hava eftirlit við dálkandi virksemi, sum hon sjálv fær fíggjarligan ágóða av?
FNU hevur fingið innlit í málið, og skjøl frá Umhvørvisstovuni geva eina greiða ábending um, at eftirlitið hjá kommununi ikki hevur verið nøktandi, og í august 2023 gav Løgtingsins Umboðsmaður Eiðis kommunu eina átalu, tí at eftirlitið als ikki hevði verið nøktandi. Kortini fekk kommunan hvørki sekt ella aðrar álvarsamar avleiðingar. Síðan átaluna í 2023 hava borgarar ferð eftir ferð boðað frá, at dálkingin heldur fram, og tá umboð fyri FNU vóru og vitjaðu á Eiði 12. september 2025, kundi staðfestast, at plastdálkingin enn fer fram.
Í lógini um umhvørvisvernd er ein áseting, sum gevur landstýriskvinnuni heimild at krevja umhvørvisgóðkenning frá “einstøkum fyritøkum, virkjum ella útbúnaði, ið ikki eru nevnd í fylgiskjalinum,” tá ið mett verður, at serligur tørvur er á tí. Vit meta, at plastdálkingin, sum er bæði umfevnandi og áhaldandi, ger tað neyðugt, at landstýriskvinnan nýtir hesa heimild og ásetur krav um umhvørvisgóðkenning í slíkum føri. Hetta er tann einasta loysnin, sum kann tryggja, at dálkingin verður fyribyrgd og ikki bara verður ruddað burtur.
Okkum kunnugt fer sama slag av framleiðslu eisini fram aðrastaðni í landinum. Hetta bendir á, at trupulleikin kann vera størri, enn vit í dag vita um. Tí er neyðugt at seta greiðari og strangari krøv til slíka framleiðslu, óansæð hvar í landinum hon fer fram.
Eitt mál, sum krevur eina loysn
Plastdálkingin á Eiði er tí ikki bara eitt lokalt mál. Vit, sum samfelag, mugu tryggja, at slík framleiðsla, sum dálkar, ikki fær loyvi at halda fram undir opnum himli.
Borgararnir á Eiði hava longu sagt frá og víst á trupulleikan í fleiri ár. Nú er tað upp til myndugleikarnar at vísa, at bæði umhvørvi og heilsa verða tikin í álvara, og at lógin um umhvørvisvernd verður handhevjað.