Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.05.2026 12:30

Petur tekur 5 ár afturat í NSÍ (Myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

NSÍ hevði kallað inn til tíðindafund í morgun. Fitt av fólki var møtt upp í felagshølinum hjá felagnum, har formaðurin Karstin Joensen, boðaði frá, at NSÍ og Petur Knudsen hava longt samstarvið og gjørt ein 5 ára sáttmála frtam til 2031

NSÍ skrivar soleiðis:

Petur Knudsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið NSÍ við heili fimm árum, soleiðis at nýggi sáttmálin er galdandi til og við 2031. Fimm ár er eitt greitt tekin um bæði trúfesti og stórar ætlanir millum felagið og ein av størstu profilunum hjá NSÍ.

Petur hevur hesa heilsanina í samband við hansara avgerð at halda fram í NSÍ:

“Eg eri sera fegin og stoltur av at halda fram í NSÍ. Tað er eingin ivi í, at mítt hjarta er gult allan vegin ígjøgnum. Felagið NSÍ og samfelagið í Runavíkar kommunu hava givið mær og míni familju nógv, og tí vil eg royna at geva aftur. Helst til okkara trúføstu viðhaldsfólk, og Guliganz, sum hava alvorliga sett sín dám á føroysku kappingina og geva okkum leikarum í NSÍ heilt ótrúliga nógv. Næstu fimm árini verður ógvuliga spennandi at vera partur av NSÍ, tí her býr nógv gott í hópinum, og væntandi og vónandi koma vit at náa málunum, sum eru sett hesa komandi tíðina.”

Petur hevur í fleiri ár verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá NSÍ og somuleiðis ein av sterkastu profilunum í bestu føroysku deildini. Við nýggja sáttmálanum tryggjar NSÍ sær, at ein av mest avgerandi leikarunum heldur fram í gula búnanum nógv ár framyvir.

Í 2014 fekk Petur sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið hjá NSÍ, tá ið felagið á heimavøllinum við Løkin vann 4-2 á ÍF í seinasta dystinum í kappingarárinum. Í 2016 var hann longu fastur maður á liðnum, og hann helt plássið til 2021. Í árunum 2021 til 2023 royndi Petur eisini seg uttanlands, tá hann spældi fyri Lyngby Boldklub í Danmark. Tíðin í Lyngby gav honum virðismiklar royndir á hægri ítróttarligum støði, áðrenn leiðin gekk víðari til USA. Í 2023 spældi hann fyri El Paso Locomotive FC, sum spælir í næstbestu amerikonsku deildini.

Tá Petur vendi aftur til NSÍ í 2024, vísti hann beinanvegin, hví hann verður mettur sum ein av bestu leikarunum í føroyskum fótbólti. Við sterkum og sannførandi avrikum, málum og stórum týdningi fyri álopsspælið hjá NSÍ, staðfesti hann enn einaferð sína støðu sum toppleikari í Meistaradeildini.

Samanlagt hevur Petur Knudsen spælt 190 dystir fyri NSÍ í bestu føroysku deildini, har hann eisini hevur skorað heili 82 mál. Hagtølini vísa týðiliga, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri felagið gjøgnum árini.

Petur hevur eisini verið ein týðandi partur av føroyska landsliðnum, har hann við sínum arbeiðssemi, ferð og álopsevnum hevur givið liðnum nógv. Við teimum avrikunum, hann hevur víst, síðani hann kom aftur til føroyskan fótbólt, er eingin ivi um, at hann eisini framhaldandi verður ein fastur og týðandi partur av føroyska landsliðnum komandi árini.

Í NSÍ eru vit fegin, errin og eyðmjúk um, at Petur Knudsen hevur valt at halda fram í barndómsfelagnum. Fyrst og fremst er hetta ein stórur ítróttarligur styrkur fyri felagið, men eisini eitt sterkt tekin um tað tætta sambandið, ið er millum leikaran, felagið og nærumhvørvið. Øll í felagnum gleða seg stórliga til fleiri løtur, har man framhaldandi kemur at síggja Petur Knudsen í tí kendu gula leikarabúnanum hjá NSÍ.

Myndir: Eysturoyarportalurin