A-landsliðsleikarin Petur Knudsen og Superliga felagið Lyngby Boldklub skiljast. Hetta váttar felagið á heimasíðu síni í dag.
Sáttmálin hjá Petur Knudsen gongur út seinni í hesum mánaðanum og verður ikki longdur, upplýsir felagið.
Ítróttarstjórin Nicas Kjeldsen, takkar Peturi fyri innsatsin og tíðina í felaganum og er ikki í iva um, at Petur fer at finna sær eitt gott felag at leika fyri.
Petur og hinir A-landsliðsleikararnir eru í dag samlaðir til fyrireikingirnar til dystirnar, sum Føroyar skulu leika ímóti Kekkia og Albania hesa komandi vikuna.