Mynd: Petur stútar bóltin í netið til 1-0 (Skíggjamynd)
Petur Knudsen var aftur at síggja á vøllinum í dysti, fyrstu ferð í næstan 10 mánaðar, eftir at hann hevur sitið uttanfyri aftaná eina skurðviðgerð og eina langa uppvenjing.
Men í dag var hann so við frá byrjan, tá eykaliði hjá Lyngby BK var á vitjan hjá Brøndby IF. Dysturin var leiktur á middegi í dag, á vøllinum við síðunar av Brøndby stadion.
Og ta tók ikki drúgva tíð hjá runavíkinginum at vísa hvør dugur er í honum. Tí longu í 6 minuttir var hann hægstur eftir eitt innlegg frá vinstru og skallaði bóltin í netið aftanfyri Thomas MIkkelsen. Og í 16 minutti hevði hann næstseinasta fótin á, tá Lyngby økti til 2-0.
Eykaliðið hjá Brøndby var væl mannað við fleiri av leikarunum, sum plaga at verða við á bestaliðnum. Og fekk heimaliðið eisini minkað um munin til 1-2 í 49 minutti. Men fleiri mál komu ikki í dystinum og tílskil vunnu Lyngby BK og Petur dystin 2-1.

