Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.08.2023 13:37

Petur Knudsen funnið nýtt felag

Mynd: Lyngby Boldklub

Runavíkingurin Petur Knudsen, sum seinastu tíðina hevur verið sáttmálaleysur, eftir at sáttmáli hansara gekk út við Superliga felagið Lyngby Boldklub í juli, hevur funnið sær nýtt felag.

Petur upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at hann er yviri í El Paso í USA í løtuni. Har eru teir samdir um alt viðvíkjandi sáttmála við felagið El Paso Locomotive, sum leikar í USL Championship (USLC) Western Conference, har liðið í løtuni liggur á 7. plássið.

Eg venji við hópinum í løtuni, men eg má bíða til at visa er góðtikið, áðrenn eg kann spæla dystir. Sáttmálin er fyri hetta árið út, við møgukeika at leingja við einum árið, um vit verða samdir um tað, sigur Petur við Eysturoyarportalin.