Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2023 11:11

Petur byrjaði inni í javnleiki

Petur frá dystinum í gjár (skíggjamynd)

Petur Knudsen byrjaði inni fyri El Paso Locomotive, tá ið hann og liðfelagirnir, kl. 02.30 í nátt føroyska tíð, tóku ímóti Phoenix Rising FC.

Heimaliðið tók leiðsluna í 56. minutti við máli frá Aaron Gomez. Men Phoenix Rising FC javnaði í yvirtíðini til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Petur var útskiftur aftaná 66. minuttir.

El Paso Locomotive verður verðandi á 9. plássið. Eitt stig er upp til 8. pláss, sum gevur til play-off.

Sí hæddarpunkt frá dystinum her: