Filmsfelagið
“Eagles of the Republic” er triði filmur í arabiskt mæltu Cairo røðini hjá svenska Tarik Saleh. Fyrru filmarnir eru “The Nile Hilton Incident” (2017) og “Boy from Heaven” (2022), sum Filmsfelagið vísti. Hesin triði og nýggi filmurin varð frumsýndur í høvuðskappingini um Gylta Pálman, Palme d’Or, á stevnuni í Cannes í ár. Samstundis varð filmurin valdur sum svenskt umboð í Oscarkappingini um besta altjóða film, Best International Feature Film.
“Eagles of the Republic” verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin hin 19. novembur. Tá fer Ole Wich at innleiða filmin, sum Peter Storm Wich, tónameistari, hevur gjørt ljóðið til, ofta undir loyniligum og hóttandi umstøðum í Egyptalandi. Peter sæst á myndina úr Cannes, tá “Eagles of the Republic” fyrstu ferð varð sýndur í biografi.
Í filminum hevur svenski, Fares Fares, høvuðsleiklutin, sum best umtókti sjónleikari í Egyptalandi, George Fahmy. Hann verður noyddur at spæla við í filminum, sum landsins hægstu myndugleikar hava bílagt. Hann sær ongan annan útveg, enn at geva seg undir kravið, taka við leiklutinum og spæla við í propagandafilminum, sum náðileyst setur hann mitt í landsins kjarnumakt. Sum ein firvaldur á nátt verður hann drigin, ikki bara at hitandi bjarta eldinum, men eisini at tølandi vøkru konuni hjá herovastanum, ið sum ein annar bókhaldari hevur øll viðurskifti í filmsframleiðsluni um hendi.
Filmsfelagið 19/11 kl 20:00 Eagles of the Republic (Tarik Saleh Svøríki 2025 129 min)
