Hondbóltssamband Føroya
Sáttmálin við A-landsliðsvenjaran hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen, er longdur til og við januar 2028.
Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri manslandsliðnum til tvær tær næstu undankappingarnar og møguligu endaspølini, HM í 2027 og EM í 2028.
Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, viðmerkir til sáttmálan, ”at menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá monnum undir leiðsluni hjá Peter tala fyri seg. Hann førdi føroyska manslandsliðið til EM-endaspælið í Týsklandi í 2024 og nú aftur til EM-endaspælið í 2026 í Oslo, har Føroyar eisini vunnu undankappingarbólkin. Liðið var eisini ógvuliga nær við at vinna seg til HM-endaspælið í 2025. Tjóðin hevur veruliga savnað seg um landsliðið. Tað sæst til okkara heimadystir og stóra áhugan fyri EM í Oslo, og eigur Peter eisini sín stóra lut í góðu gongdini.”
Peter Bredsdorff-Larsen tók upprunaliga við venjarastarvinum í 2021.