Eyp
Skipið kommunurnar í størri eindir!
Soleiðis ljóðaði áheitanin frá Búskaparráðnum fyrr í vikuni, tá ið tað kom fram, at t.d. bygnaðurin á eldraøkinum við eldrasamstørvum ikki er nøktandi, tí hann ger tað trupult at leggja langtíðar ætlanir og gera neyðugar raðfestingar.
Ein av teimum sum nú kemur við í “kórið” hjá Búskaparráðnum og sum er púra samdur við teimum, er borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen.
-Eg haldi avgjørt at vit skulu leggja kommunurnar, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, saman í eina kommunu, sigur Per Martin Gregersen.
-Í mínari verð, er tað púra nattúrligt, at hesar báðar grannakommunurnar í framtíðini sláa seg saman í eina stóra og sterka kommunu.
-Eg haldi tað er einki at ivast í, at tað er tað vit skulu gera. Tí tá koma vit at vera umleið 4.000 fólk tilsamans.
-Og í løtuni er Eysturkommuna fjórðstørsta kommuna í landinum, og tað koma vit framvegis at verða. Tó verður fólkatalið munandi meira.
Í løtuni er Fuglafjarðar kommuna sjeyndstørsta kommuna í Føroyum.
-Og um hugt verður eftir inntøkum í a-skatti í kommununum báðum, so liggja kommunurnar ávíkavist nr. 1 og nr. 2 í a-inntøkuskatti í øllum Føroyum.
-Í hesum kommunum eru vit so langt langt fremst í inntøkum per borgarar. Og tekur man so partafelagsskattin uppí eisini, so buldrar tað eftirí!
Hetta eru tó ikki heilt nýggir tankar í so máta. Í samrøðu við Eysturoyarportalin í juli í ár, segði Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, at grannakommunurnar áttu at lagt saman í eina stóra felagskommunu. Les meira um tað her.
-Í løtuni samstarvað vit jú saman á fleiri økjum, sum t.d. á eldraøkinum og skúlaøkinum. Og haldi eg, at tað er púra upplagt, at vit taka stigið fult út og leggja saman, sigur Per Martin Gregersen.
Og tað er serliga eldraøkið, sum Per Martin Gregersen sipar til, sum í forvegin er tungt at rekað, hevði tí verið betur um kommunurnar báðar skipaðu seg í eina størri eind, soleiðis at betri samsvar varð millum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunan skuldi røkja. Her er m.a. eldraøkið nógv tann tyngsti posturin at umsita og rekað.
Per Martin Gregersen vísir eisini á, at tað hava verið og eisini eru, fleiri útbyggingar og íløgur, sum kommunurnar gera hvør sær, sum heldur kundu verið betri gjørdar saman og tískil høvdu skattaborgarans pengar verið brúktir skilabetri.
Her sipar hann m.a. til eldraøkið, skúlaøkið, havnaútbygging, ítróttarøkið og læknaøkið fyri at nevna nøkur.
-Í Fuglafirði hevur ein skúlaútbygging verið ávegis í eina tíð fyri umleið 100 mió, meðan sjøtul varð settur á nýggja skúlaútbygging í Leirvík fyrr í ár fyri umleið somu upphædd. Tað sama varð við læknamiðstøðunum, sum eisini eru bygdar hvør sær, hóast avstandurin er lítil millum bygdirnar, sigur Per Martin Gregersen.
-Sum sagt, so er tað einki at ivast í, at eg haldi at vit skulu byrjað at hugsað meira um hvussu vit nú skulu leggja arbeiðið til rættis, solæeiðis at vit nú byrja arbeiðið fram móti einari møguliga samanlegging.
-Tað er eingin ivi í mínari verð, at landnyrðingsføroyar, við Gøtu, Leirvík, Fuglafjørði og møguliga Klaksvík, verður við tíðini ein stór og sterk kommunu, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, at enda.
