Myndir: Eysturoyarportalurin
Ein maður sum gongur og trippar í hesum døgum og er sera spentur til steypafinaluna, er borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen.
Sum flestum kunnugt, so var Per Martin ein av ímyndinum og ídnaðustu fjepparum hjá fjepparabólkinum Ultras, áðrenn hann gjørdist almennur persónur.
Vit hava tí hitt fryntliga borgarstjóran, til eitt prát í snotuliga og vakra býráðshúsinum í Norðragøtu.
Hvussu er kenslan nú bert tríggjir dagar eru til finaluna?
Eg má siga, at eg havi eina sera góða kenslu. Eg dugi ikki orduliga at seta orð hví so er, men tað er nakað við Víkingi sum ger, at eg altíð havi góðar vónir til okkara lið. Eisini hesuferð, nú vit møta stórfavorittinum úr Klaksvík.
Um t.d. hugt verður eftir okkara trimum dystum móti KÍ í ár, so hava vit einki staðið aftanfyri teir. Dystirnir hava allir verið tættir, og í allarhelst tveimum av dystinum skuldi vit havt vunnið. Tað vóru bert smáir marginalr, sum gjørdu at tað koppaði teirra veg.
Tað er tó eitt vónbrot at Alti Gregersen ikki er við, men maður kemur í mans stað, og tað verður eisini soleiðis hesuferð.
Hvussu hevur vikan hjá borgarstjóranum sæð út seinastu dagarnar?
Eg havi verið sera nógv upptikin av fundarvirksemið fyrstu dagarnar í hesi vikuni, so eg havi ikki havt so nógva tíð til Víking og upptaktina. Men eg gjørdi eitt lítið rend yvir í Víkingahúsið týskvøldið, tá børnini hitaðu upp, saman við leikarunum frá Betrideildarliðinum.
Eitt sera gott tiltak frá Ultras má sigast.
Og hvussu sær so leygardagurin úr hjá borgarstjóranum?
Ja, tað er tann stóri dagurin, bæði hjá teimum ungu og okkum eitt sindur eldru.
Ætlanin er at fara saman við børninum, at vekja eysturbúgvar úr dvala kl 10. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri ár, har eg altíð havi verið ein partur av. So hetta er nakað, sum eg ætli mær við til, nú sum borgarstjóri og fjeppari. Hetta tiltak hevur eisini víst, hvussu væl bygdinar halda saman og vísa sín treytaleysa stuðul til okkara felagið.
Annars, so havi eg eina vígslu kl 12 í bygdarhúsinum, har eg skal víga eitt útlendskt par. So tá má Víkingur setast á pausu eina løtu. 🙂
Vænti at aftaná tað, so verður tað so spakuliga gjørt klárt at fara til Havnar. Í ár er tað tó soleiðis, at eg fari at sita millum tey “fínu”, og ikki millum allar fjepparnir hjá okkum. So konan og børnini sita hjá víkingafjepparunum á langsíðuni, meðan eg fari at sita og rópa hinumegin.
Kanska av somu orsøk fari eg ikki at mála andliti, men Víkingatroyggjuni verið eg heilt sikkurt í.
Hevur tú nakra áheitan til Víkingarfjepparnar til dystin?
Eg vóni so inniliga, at so nógv sum gjørligt, bæði frá Gøtunum, Leirvík og aðrastaðni frá eisini møta upp á Tórsvølli, í ljósabláum sjálvandi, og rópa og stuðla víkinginum alt tað tey megna. Tí er tað nakrar dystur, har teir veruliga hava brúk fyri okkara hjálp, so er tað leygarkvøldið.
Hevur tú hugsa nakað um eitt møguligt úrslit?
Eg vóni, at vit vinna 2-0. Kanska bróður og lítli Geza skjóta málini. Tað hevði verið stuttligt. Annars líka mikið hvør skorar, bara vit vinna, so eri eg so Himmalsglaður.
WLYW!

