Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 09:55

Peningur á bók hjá húsarhaldinum vaksin við 7,8%

Landsbanki Føroya

Árligu vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankunum var 13% í september 2025, mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við árið fyri. Tað er millum annað innlánsvøksturin hjá vinnuni (19,6%) og húsarhaldunum (7,8%), sum togar samlaða innlánsvøksturin upp.

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í september 2025 25,8 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru áleið 22,6 mia. kr. til føroyskar og útlendskar kundar.  

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 3,2 mia. kr. í september 2025.  Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu. Innlánsyvirskotið vaks við meir enn 1 mia. kr. í tíðarskeiðinum juni til juli 2025, sí mynd 1.

Innlánsyvirskotið fall í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá Føroya Banka.

Mynd 1. Innlánsyvirskotið er økt

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.