Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2024 13:04

Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at fara í landskassan

Mynd: Jørgen Niclasen

Lesarabræv

Almennur myndugleiki og alment partafelag eru samd um bót, sum tekur pengar úr landskasanum og flytir inn í danska statskassan. Jørgen Niclasen, tingfólk fyri Fólkaflokkin, spyr løgmann, um landsstýrið fer at taka samráðingar upp við donsku stjórnina, soleiðis at bøtur í Føroyum enda í landskassanum í Føroyum, heldur enn í danska statskassanum. 

Herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele. Peningurin fyri slíkari bót fer í danska statskassan. Føroya Tele er alment partafelag, og bótin minkar tí um vinningsbýtið til landsskassan. 

Sostatt hevur ein almennur myndugleiki  og  eitt  alment  partafelag gjørt avtalu, sum hevur við sær, at pengar verða tiknir úr føroyska landskassanum og fluttir í danska statskassan.  

Í  síni  tíð  gjørdi  landsstýrið  avtalu  við  donsku  stjórnina  um, at  bøtur  fyri  brot  á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast til landskassan. Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið var rindað av landskassanum. 

Tó endar peningurin fyri allar aðrar bøtur í danska statskassanum. Hetta tykist ikki at vera rímiligt, tá landskassin rindar fyri eftirlit. 

Jørgen Niclasen