Mynd: Skála
Pauli og Skála ÍF hava undirskrivað nýggjan 2 ára sáttmála, um starvið sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum á Skála. Hetta skrivar Skála á heimasíðu síni.
Víðari skrivar heimasíðan at, Pauli hevur rættiliga drúgvar royndir sum venjari, bæði í fótbólti og hondbólti, og hevur seinastu árini staðið á odda fyri G17 landsliðnum. Pauli hevur eisini drúgvar royndir í venjarahøpi á Skála, og kennir felagið út og inn. Hóast hann seinnu árini ikki hevur nakran aktivan venjaraleiklut í felagnum, so hevur hann fylgt við á síðulinjuni, og hevur verið dagligur gestur undir Mýruhjalla.
Umframt arbeiðið við besta mansliðnum, er ongin ivi at Pauli, við sínum drúgvu royndum, eisini fer at geva íblástur til barna- og ungdómsvenjingarnar á Skála.
Deil á Facebook