Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.06.2025 21:26

Patrik hevur verið flúgvandi

Patrik Johannesen saman við foreldrunum, Heidi og Jón Johannesen - Mynd: Regin Davidsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Við tíggju málum í landskappingini, og ein av stóru profilunum hjá KÍ higartil í ár, hevur Patrik Johannesen verið flúgvandi í Betrideidini hjá monnum seinastu umførini


– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men tað hevur eisini gingið væl higartil í ár. Vit liggja nummar 1 í landskappingini, og hava sum er meira enn annað beinið í steypafinaluni.

Tað sigur Patrik Johannesen úr KÍ, ið higartil hevur skorað 10 mál í fyrstu trettan umførunum í Betrideildini, og sum leygardagin, undan dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og KÍ, tók ímóti heiðurinum sum besti spælari í mai.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøða, og tá talt var saman fyri mai mánað, hevði tvøramaðurin í Klaksvík fingið flestar atkvøður. Honum á baki komu Sammy Skytte og Heini Fossdalsá Sørensen úr HB.

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen – Jón var í nógv ár ein av berandi kreftunum í TB – sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF.

Ein fegin Patrik Johannesen hálsfevnir foreldrini, ið handaðu soninum prógvið upp á, at hann var besti spælari í Betrideildini hjá monnum í mai mánað – Mynd: Regin Davidsen