B68 skrivar soleiðis:
B68 hevur fingið styrk á miðvøllinum við 23 ára gamla Patrick Mensah, sum kemur úr Ghana. Patrick hevur leikt fyrru helvt av kappingarárinum við Skála í 1. deild og hevur áður verið partur av FC Hoyvík.
Vit gleða okkum at síggja Patrick í reyðum og svørtum, og at hava hann sum part av hópinum í 2025 og 2026.
Patrick spælir við Skála til summarsteðgin.