Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hava í vikuni havt fund í Washington D.C. sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.
Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum, við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Sharon Hudson-Dean, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um uttanríkispolitiskar raðfestingar, umframt mál av sínámillum áhuga, so sum handil, orku og nettrygd.
Serliga varð stovnsetanin av føroysku sendistovuni í Washington D.C. í september 2024 mett at vera eitt týðandi framstig í sínámillum viðurskiftunum og ein hornasteinur fyri nýggjum møguleikum í samstarvinum millum partarnar.