Tíðindaskriv/ Parasport Føroyar
Parasport Føroyar og Atlantic Airways hava longt stuðulsavtaluna til og við 2027.
Nýggja avtalan styrkir verandi samstarv, tryggjar framhald og hevur stóran týdning fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar fyri ítróttarfólk við skerdum kropsligum førleika ella menningartarni.
“Atlantic Airways hevur í mong ár verið ein tryggur og týdningarmikil samstarvsfelagi, serliga tá talan er um ferðing til kappingar uttanlands. Við nýggju avtaluni kunnu vit halda fram at bjóða okkara íðkarum bestu karmar” sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum.
Vit takka Atlantic Airways fyri at trúgva upp á okkara ítróttarfólk og fyri at flúgva føroyskan ítrótt út í heim.