Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2025 18:40

Páll Eirik aftur í Víkingi

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar:

Eftir at hava roynt seg í TB seinasta hálva árið, hevur Syðrugøtumaðurin, Páll Eirik Djurhuus, valt at venda heimaftur í ljósabláu troyggjuna. Við sær í viðførinum hevur hann øktar royndir í Betri deildini, har hann í ár hevur leikt 10 dystir fyri TB. Frammanundan hevði Páll Eirik leikt 13 dystir fyri Víking í Betri deildini – Ávikavist í 2023 og 2024.

Vit fegnast sjálvsagt um at Páll Eirik hevur valt at venda heimaftur, og vísir hetta eisini, at í felagsskapinum Víkingi er góður trivnaður, og at her er gott at vera.

Sáttmálin er galdandi fyri restina av 2025 og 2026.