-Hetta hevur verið ein dreymur hjá okkum í fleiri ár.
Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari, fyri Eysturoyarportalinum í dag, nú tíðindini bórust, at P/F Regn á Toftum, sum eigur Stapan og Jógvan I, fer nú undir at byggja nýtt frystulínuskip.
-Fyrsta línuskipið, sum var Stapin, kom í 1969, og varð fyrsta stálskip av Vestmanna skipasmiðju og fyrsta fiskafar av sínum slag sum bygdur varð á klótuni.
-Hesin nýggji nýmótans frystilínubátur verður sostatt fyrsti línubátur bygdur til føroyskan flotan í fleiri ár.
Tað er norska fyritøkan Sirius Design & Integration, sum hevur sniðgivið nýggja skipið, og sum skal byggjast á Stadyard skipasmiðjuni í Norra.
Talan er um eitt framkomið frystilínuskip, sum verður umleið 50 metrar langt og fer at hava eina frystilast á 650 rúmmetrar. Eitt skip sum verður bygt til at fiska burðardygt og til tey hágóðsku krøvini sum krevjast, í tí avbjóðandi fiskivinnuni í norðuratlandshavinum.
Um alt gongst eftir ætlan, so verður nýggja skipið latið P/F Regn einaferð á summri í 2028, sigur Anfinn Olsen.
Tað er Framherji í Fuglafirði, sum eigur P/f Regn á Toftum.
