Tíðindaskriv/Samtak
Atburðurin hjá ávísum arbeiðsgevarum er á søguliga lágum stigi. Tað kundu vit staðfesta, tá P/F Poul Michelsen aðru viku á rað misnýtti undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at flyta inn feskvøru. Hesa ferð hevði heilsølan bílagt áleið 15 plattar av vøru uppá nakkan av Sjúkrahúsverkinum.
Í síðstu viku funnu vit ein platt av eggum í einum handli í Havn. Tað kravdi ikki nógv detektivarbeiði at staðfesta, at P/F Poul Michelsen hevði innflutt ein heilan trailara við vøru við at misnýta undantaksloyvið, ið var givið Sjúkrahúsverkinum fyri at tryggja, at sjúklingar ikki ganga svangir. Hetta var gjørt, uttan at Sjúkrahúsverkið visti av nøkrum, og uttan at nøkur bílegging var frá Sjúkrahúsverkinum.
Undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at innflyta mat varð tá tikið aftur, sum ein avleiðing av misnýtsluni. Sjúkrahúsverkið fekk tó møguleika at søkja um nýtt undantaksloyvi við nýggjum treytum: Øll vøra skuldi sendast beinleiðis til teirra.
Stjórin í P/F Poul Michelsen, Gunnar Mohr, fekk tá greið boð um, at hetta ikki kundi góðtakast, og at misnýtt undantaksloyvir verða tikin aftur. Men hóast hetta valdi P/F Poul Michelsen aftur at seta sjúk og veik í vanda við enn eina ferð at misnýta loyvið hjá Sjúkrahúsverkinum.
Hesa ferð endaði vøran tó ikki í handlunum, men sambært nýggju treytunum í undantaksloyvinum úti á Landssjúkrahúsinum, ið brádliga hevði nógvar ferðir so nógva vøru, sum tey høvdu bílagt.
Hald er lagt á vøruna, og hon verður boðin til ellisheim, sambýli og eldrarøkt. P/F Poul Michelsen hevur fingið boð um hetta.
Á myndunum sæst partur av øllum tí, ið hald er lagt á.
Myndir: Samtak
Deil á Facebook