Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2024 07:31

Oyndarfjarðar skúli leggur grundina

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið og vitjað í Oyndarfjarðar skúla, har Alis J. Højsted, skúlaleiðari, tók ímóti og vísti runt.

2 næmingar eru í Oyndarfjarðar skúla hetta skúlaárið, men hesa vikuna, sum vitjað varð, vóru harumframt 2 gestanæmingar í skúlanum.

Skúli og dagstovnur eru í sama bygningi í Oyndarfirði, og gevur hetta eitt gott og virkið samband millum yngru og eldru børnini.

Hóast skúlin ikki er stórur, so er tað ein virkin skúli, sum leggur gott í beinini hjá næmingunum, áðrenn tey flestu fara víðari í størri skúla aftaná 4. flokk. 

Á vitjanini hevði landsstýrismaðurin eitt gott fótbóltsprát við ungu dreingirnar.