Sunda Kommuna
Nú Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikunum í 2027 hava Sunda kommuna saman við umboðum fyri ítróttin, bjóða umboðum fyri Oyggjaleikanevndina á vitjan at skoða og lýsa møguleikarnar í Sunda kommunu.
Serliga hevur verið hugsað um ítróttargreinar, har Oyggjaleikaumboðanin hevur verið sterk úr Sundalagnum. Tað eru okkara ítróttarfólk innan judo, bogaskjóting og skjóting sum ítróttargrein, sum hava verið væl umboðað og sum hava vunnið nógv heiðursmerki heim til Føroya.
Vitjað varð í Skúlanum við Streymin saman við umboðum fyri judo. Skúlin við Streymin við ítróttarhøllini, Torginum, fimleikahøllini og øllum umstøðunum í skúlanum og rundan um skúlan, er víst fram at hýsa Judo kappingini til Oyggjaleikirnar í 2027. Sunda Judofelag Tori húsast í gerandisdegnum í Skúlanum við Streymin og er krumtappurin í føroyskum judo. Tori hevur nógvar spírar runt um í Føroyum, sum í dag eru virkin innan judo. Vit síggja stórar møguleikar at kunna hýsa kappingini á Oyrarbakka, har okkara íðkarar kunnu stríðast um heiðursmerki.
Síðan varð vitjað við Margáir. Umframt at ítróttarøkið við Margáir kann vera karmur um fótbóltsdystir undir Oyggjaleikunum, hevur Sunda kommuna bjóða Margáir fram at hýsa bogaskjótingini. Margáir verður mett at vera sera vælegnað við staðseting, umstøðum at skjóta og kringumstøðum at hýsa bogaskjótingini í síni heild.
Vitjað var somuleiðis á skjótivøllinum við Norðskála hjá Sunda Byrsufelag. Okkara skjúttar hava umboðað Føroyar á nógvum Oyggjaleikum, og hava skotið nógv oyggjaleikaheiðursmerki heim til Føroya. Vit høvdu fegnast, um møguleikin hevði verið at skotið eftir enn fleiri heiðursmerkjum og gulli á heimavølli til Oyggjaleikirnar í 2027.
Eg vil takka umboðunum fyri Oyggjaleikanevndina og umboðunum fyri ítróttin fyri áhugan og møguleikarnar at hýsa kappingum til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.
Jógvan Kruse Borgarstjóri
Deil á Facebook