Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2025 14:52

Oyðublað til kommunalu ferðavinnuætlanirnar

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kunngerðin um kommunalar ferðavinnur er nú lýst, og talgilda oyðublaðið, sum kommunur skulu brúka til sínar ferðavinnuætlanir er virkið á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Saman við oyðublaðnum er vegleiðing, sum greiðir frá, hvussu oyðublaðið verður fylt út, m.a. við upplýsingum og kortum. Í vegleiðingini eri eisini eitt hugsað dømi um eina kommunala ferðavinnuætlan, sum kann brúkast sum íblástur.

Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at styrkja lokala sjálvræði í ferðavinnuni. Løgtingslógin um burðardygga ferðavinnu leggur upp til, at økini sjálvi og kommunan sum myndugleiki seta treytirnar fyri, hvussu ferðavinnan í økinum skal virka innan lógarásettu karmarnar. 

Leiðbeining, kunngerð og oyðublað til kommunalu ferðavinnuætlanina