Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.11.2025 11:00

Óvænta úrslit í seyðahundakappingini í Vágadali leygardagin

Seyðahundasamband Føroya

Nr. 1 Jónstein Petersen við hundinum Gripur.  

Nr. 2 Tóroddur Vang Við hundinum Svan. 

Nr. 3 Tummas Jacobsen við hundinum Moss. 

Gripur og Svan vórðu eitt sindur óvænta nr. 1 og nr. 2 í dag soleiðis sum undanfarnu kappingarnar hava verið, men tað vísir bara at tað er ein bein hørð kapping um tey fremstu plássini. 

Kappingin um tey 4 landsliðsplássini sær soleiðis út: 

Nr. 1 Tummas Jacobsen við Moss 

Nr. 2 Jónstein Petersen við Gripur 

Nr. 3 Anna Sofía Fjallheim við Midge 

Nr. 4 liggja tríggjir hundar javnir, við 9 stigum hvør, og teir eru:  

Svan hjá Tóroddi Vang 

Kelly hjá Onnu Sofíu Fjallheim 

Mainstay Meg hjá Tummasi Jacobsen